Keypstreytir
Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað.
Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.
Prísirnir eru bert galdandi í Føroyum.
Bílegging
Tygum bíleggja við at skriva allar týðandi upplýsingar í útfyllingarteigarnar.
Teigarnir fyri navn, bústað, bygd/bý, teldupostadressu og telefon skulu útfyllast.
Bíleggingarváttan verður send til teldupostadressuna.
Gjaldsháttur
Tygum kunnu gjalda við vanligastu gjaldskortunum. Tygum skriva inn kortnummar, endadag og eftirlitstal, tá bílagt verður. Harvið loyva tygum Veitarin at taka upphæddina av kontu tygara.
Upplýsingarnir – navn, bústaður og t-postur – ið tú sendir til okkara verða goymdar í trúnaði.
Váttan fyri móttøku
Tá bílegging er gjørd fáa tygum sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini.
Veitingarhættir
Vøran verður send við posti.
Sending
Ordrar vanliga avgreiddir innan 2 yrkadagar, um vøran er á goymslu.
Váttan fyri móttøku
Tá bílegging er gjørd, fáa tygum sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini.
Returrættur
Vøran kann latast retur innan 14 dagar frá móttøku, tó treytað av, at hon er óskadd, ikki ásett og í upprunapakningi. Kundin gjaldar fyri at senda vøran retur.
Klagurættur
Reglurnar fyri manglar í keypilógini kunnu brúkast. Hevur tú sum brúkari keypt vørur, hevur tú sambært reglunum í keypilógini 24 mánaðar klagurætt upp á allar vørur. Hetta merkir at tú antin kanst fáa vøruna umvælda, býtta um, fáa peningin aftur ella fáa avsláttur av prísinum, alt eftir tí ávísu støðuni. Tað er krav at klagan er heimila, og at mangulin ikki er íkomin orsaka av skeivum brúki av vøruni ella av aðrari skaðavaldandi framferð.
Fyri vørur við avmarkaðari livitíð er tín klagurættur avmarkaður til vanligu livitíðina fyri ta ávísu vøruna.
Finnur tú ein feil ella ein mangul við vøruni, tú hevur keypt, skalt tú skjótast møguligt seta teg í samband við Veitarin og greiða frá feilinum ella manglinum. Um tú klagar innan 2 mánaðir eftir, at mangulin er funnin, vil klagan altíð vera rættstundis.
Veitarin borgar ikki fyri garantium, ið eru givin av triðjamanni.
Klagast kann við at seta seg í samband við okkum. Hevur vøran ein feil ella ein mangul, vil Veitarin syrgja fyri at umvæla feilin ella levera vøruna av nýggjum, um tað ikki førir við sær ov høgar útreiðslur fyri Veitarin.
Er klagan heimila, endurrinda vit tín (rímiliga) fraktkostnað. Vøran skal altíð sendast aftur í ráðiligum pakningi, og minst til at fáa eina kvittan fyri sendingina, so vit kunnu endurrinda tín fraktkostnað.
Ert tú ónøgd/-ur við handfaringina hjá Veitarin av klaguni ella annað, skalt tú fyrst seta teg í samband við Veitarin. Verður ein loysn ikki funnin, kanst tú klaga til Brúkaraumboðið her: www.bruk.fo ella umvegis bræv til Brúkaraumboðið, Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn, tlf. +298 35 80 00.
Gjaldstreytir
Gjaldast kann við Gjaldskorti.
Fyrivarni
Fyrivarni verður tikið fyri villum og møguligum prísbroytingum umframt viðurskifti frá triðja parti, sum Veitarin ikki hevur ávirkan á.
Samband
Veitarin, Gerðavegur 20, FO-513 Syðrugøtu, Føroyar
Teldupostur: veitarin@veitarin.com • Tel: +298 441986
V-tal: 648116
